Um okkum
gLARSMIÐJAN
Glarsmiðjan er ein listahandil í Havn á Føroyum.
Vit selja málningar, steinprent, akvarellir, grafikk og plakatir eftir føroyskar listafólk og onnur listafólk, sum hava tilknýti til Føroyar.
Vit selja eisini málningar fyri privatfólk.
Hevur tú arvað ein málning, kunnu vit virðismeta hann, reinsað hann og selja hann fyri teg.
Vit bjóða eisini innramming av listaverkum. Sí meira her
Anders Randrup Jonassen er eigari av Glarsmiðjuni. Hann er útbúgvin glarmestari. Hann varð útlærdur í 1981 hjá elsta listahandlinum í Danmark, Anker Nielsen & Søn í Vejle, sum gjørdi umvælingararbeiði fyri Bruun Rasmussen listauppboðssølurnar.
AJ flutti saman við føroysku konu síni til Havnar í 1995 og tók yvir Glarsmiðjuna í 1998.
Eftir tað gjørdist Glarsmiðjan eisini ein listahandil.
Í 2006 flutti handilin til Doktara Jakobsens gøtu
Vit umvæla og ramma inn málningar og alt annað, sum skal í rammu.
- Reinsan av málningum
- Nýggjar rammur
- Málningurin er vorðin skeivur
- Hol er í málninginum